K&K-logo.gif
30740102_1807709422623642_457652168665595904_n.jpg

Koppur & Kanna gjørdist ein partur av handlinum í 2014, ein sokallaður “shop in shop” handil, og handilin hevur øll hesi árini verið ein ímynd av góðsku og góðari tænastu. Tvær ferðir á ræð hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande League, sum er ein innanhýsis kapping ímillum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum.


Koppur & Kanna hjá IDEmøblum hevur eisini vunnið heiðurin sum ársins búnýtishandil í danska kongaríkinum. Ímillum allar Kop & Kande handlarnar, var tað handilin í Tórshavn, sum hevði tað, sum skuldi til, fyri at vinna hendan heiður. 

Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, 
at tað er ikki ein løtt uppgáva at náa slík mál, men tað er hegni og ágrýtni, sum kann fáa slíkt at eydnast. Vit stremba altíð eftir at gera tingini betur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum so ótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmiklu viðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin.