Søgan hjá fyritøkuni

 

IDEmøblar í Føroyum

”IDEmøblar” halda í dag til á Falkavegi á Hálsi í Havn. Bygningurin, sum handilin og goymslan húsast í er 4100 fermetrar í tveimum hæddum, og so er hann ein av stásiligastu handilsbygningunum í Føroyum, men soleiðis hevur  ikki altíð verið.

 

Í 1979 var tað á fyrsta sinni, at hjúnini Elsebeth og Birgir fóru at selja møblar í leigaðum høli í Havn. Hetta komst av, at tey sjálvi høvdu tørv á at keypa møblar, og hildu tey, at vøruúrvalið í Føroyum var alt ov lítið. Altíð hevði hugurin staðið til at reka ein sjálvstøðugan handil. Eftir at hava kannað marknaðin, fingu tey avtalu í lag við IDEsamtakið (koncernina), og fingu uppkastið (konceptið), har tey máttu gjalda eitt ávíst krónutal hvørt ár.

Sogan-01.jpg

Í hesum bygninginum byrjaði IDEmøblar í 1979

Hugurin var stórur og tað gekk støðugt framá tey næstu árini. Longu í 1982 bygdi fyritøkan síni egnu høli á Hálsi, men eftir nøkrum árum gjørdust teir 2200 fermetrarnir ov fáir. Eftir at hava tosað við fíggjarstovunar, vinnulívsfólk og politikarar, fingu tey ein greiðan boðskap: ”Búskapurin í Føroyum kemur at halda sær á einum høgum støði í nógv ár framyvir.” Nógv varð gjørt burturúr, tá nýggi handilsbygningurin í 1988 uppá 7300 fermetrar var tikin í brúk, og hann var tann størsti handilsbygningurin í landinum.

Sogan-02.jpg

Her húsaðist IDEmøblar frá 1982 til 1988

Kreppan

Eftir einum ári, var landskassin minkaður í onki. Kendu orðini hjá nýggja fíggjarmálaráðharranum vóru: ”Eg standi og hyggi niður í ein skralltóman landskassa,” og var hetta byrjanin til størstu fíggjarkreppu í Føroyum í nýggjari tíð. IDEmøblar kom eisini at kenna sviðan av hesum. Umsetningurin minkaði niður í helvt, ið førdi við sær, at fyritøkan fór á húsagang í 1990, og partafelagið stóð eftir við millióna skuld.

Sogan-03.jpg

Flutt var í hendan bygningin í februar 1988

Birgir hevði framvegis hug at vera sjálvstøðugur, so við vón fyri framman, fóru tey at selja 1000 jólatrøð, ið var eitt gott íkast. At fara frá møblasølu til at selja jólatrø gjørdi, at fólk høvdu hug at flenna at teimum, og hevur hetta møguliga havt ávirkan, á tann hátt, at tey vildu stríða seg aftur á føtur, sum handilsfólk.

Byrja av nýggjum

Longu hálvt ár eftir húsagangin, fóru hjúnini saman við trúgvum starvsfeløgum aftur í holt við at selja møblar í leigaðum høli hjá Jóhannes Berg á Hálsi.

Sogan-04.jpg

Her byrjaði fyritøkan av nýggjum í 1991

Hetta lat seg gera við hjálp frá mostur Birgir, ið lænti honum kr. 300.000,- til at byrja nýtt partafelag. Eisini gjørdu tey ymiskar skilagóðar íløgur, har tey keyptu og seldu fastar ognir og vunnu harvið fitt av peningi, ið hjálpti teimum á føtur. Millum annað keyptu tey í 1995 økið, sum bygningurin í dag stendur á, tað bleiv leigað út til aðrar fyritøkur at brúka sum parkeringsøkið.

Sogan-05.jpg

Her húsaðist fyritøkan tey svárastu kreppuárini, frá 1992 til 2000

Soleiðis hevur fyritøkan arbeitt seg upp, og er hetta eisini stórsigur hjá familjuni saman við starvsfólkið, tað at kunna bjóða viðskiftafólkunum inn í stóra og nýmótans handilsbygningin á Falkavegnum, í november ár 2000. Nýggji IDE bygningurin kostaði ein brotpart av tí, sum tað stóra handilshúsið við Hoyvíksvegin kostaði, og vóru tey før fyri at gjalda helvtina av nýggja bygninginum við tað sama. Hina helvtina av upphæddini fíggjaði Føroya Sparikassi.

Sogan-06.jpg

Nýggi bygningurin, sum flutt var inn í, í desembur 2000

Í oktober 2014 gjørdist Koppur & Kanna ein partur av handlinum hjá IDEmøblum, og hevur handilin øll hesi árini verið ein ímynd av góðsku og góðari tænastu. 

274904098_3187932478101633_6987708867483581593_n.jpg

Seks ferðir hevur IDEmøblar vunnið heiðurin sum Ársins Handil, valdur av viðskiftafólkunum.

275364649_5227554283929827_5505767396743620499_n.jpg

Og tvær ferðir á rað hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande Leauge, sum er ein innanhýsis kapping ímillum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønnlandi, Íslandi og Føroyum. 

275460946_1287045968371643_3024338444745939840_n.jpg

Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, at vinna slíkar heiðrar er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað verður allatíðina stremba eftir at gera tingini betur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum so ótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmiklu viðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin.

Gleðin er sjálvandi stór at vinna slíkar heiðrar, tí hetta vísir eisini, at vit í Føroyum eru sera dugnalig til handilsskap og skapa gott umdømi fyri Føroyar í Danmark og aðrastaðni.