I'm a paragraph. Click here to add your own text and edit me. I’m a great place for you to tell a story and let your users know a little more about you.
I'm a paragraph. Click here to add your own text and edit me. It’s easy. Just click “Edit Text” or double click me to add your own content and make changes to the font. Feel free to drag and drop me anywhere you like on your page. I’m a great place for you to tell a story and let your users know a little more about you.
Fært tú ikki sovið?
Tín vegleiðing til góðan svøvn
Tað er ymiskt, hvat vit hava tørv á í sovikamarinum fyri at sova væl. Grundleggjandi skal sovikamarið vera eitt stað, har vit sleppa stúranum, so vit kunnu slappa ordiliga av. Vit vegleiða teg, hvussu tú gert sovikamari til eina persónliga oasu og geva tær prei til, hvussu tú á bestan hátt kanst fáa sum mest burturúr tínum náttarsvøvni.
Út við tí óneyðuga
Slepp tær av við alt tað óneyðuga í sovikamarinum, og gagnnýt plássi undir seingini til goymslu, so rúmið ikki blívur ov fult. Ikki ovpynta sovikamarið við møblum og nipstingum. Lat ístaðin songina vera snýningsdepilin fyri innrættingina í sovikamarinum og pynta við einklum møblum, so sum einari lampu, eitt gólvteppi og náttborð.
Róligt litbrá
Innrætta sovikamarið við róligum og avdempaðum litum, so rúmið ikki larmar ov illa, tí tað kann órógva tín náttarsvøvn. Hald teg til ein ella tveir gjøgnumgangandi litir. So kanst tú róliga hvørva inn í dreymaland.
Fá ljósið inn
Tað er onki sum nattúrligt sólarljós, ið kann boosta huglagið og tað góðu kensluna. Tí er tað umráðandi at geva tí natúrliga ljósinum besta møguleika fyri at skína inn í sovikamarið. Innrætta við ljósum lutum, ið draga fram tað natúrliga ljósið. Harvið fær sovikamari eina ávísa lættheit yvir seg. Minst tó til, at ein fær besta náttarsvøvnin, tá rúmi er fullkomiliga myrkt, so tryggja tær góðar gardinur, ið tryggja at sovikamarið er myrkt, tá tað er neyðugt.
Sov bleytt
Tað er onki betri enn at blaka seg í eina bleyta song, við luftigum dýnum og nývaskaðum seingjarklæðum. Hjúkla um teg sjálva við nýggjum seingjarklæðum. Hatar tú at reiða songina upp um morgunin? So legg eitt vakurt seingjarteppi yvir í staðin, ið skapar ró og ordan í sovikamarinum – og so heldur tað samtíðis støvi vekk frá dýnunum.
Fær offline og droym stórt: Legg dent á tína svøvngóðsku
Fyri at tryggja betri svøvngóðsku er tað avgerðandi at skilja, hvussu skermnýtsla ávirkar okkara likam. Tað bláa ljósið, ið verður sent út frá tøkni so sum smartphones, tablets og teldum, kann órógva okkara natúrligu svøvnrytmu við at ávirka framleiðsluna av melatonin í heilanum. Melatonin er tað hormoni, ið hjálpir okkum at sovna, og framleiðslan av melatonin er treytað av ljósi og myrkri. Tí er alneyðugt at sleppa sær undan skermnýtslu minst ein tíma áðrenn songartíð fyri ikki at forvirra heilan, at halda at tað er tíð til at vera vakin.
Næsta stið er at finna alternativar kvøldaktivitetir. Tað er umráðandi at velja avslapping, ið ikki ber við sær skermnýtslu. At gera okkurt stuttligt og avslappandi, sum tú veruliga hevur hug til, serliga tíman áðrenn tína songartíð, kann gera stóran mun. Hetta hjálpur við at skifta sálarligt gir og fyrireika bæði likam og sinni uppá ein góðan náttarsvøvn.
So minst til at sløkkja skermin áðrenn songartíð. Tað er ikki bert ein góður vani fyri tína svøvngóðsku, men eisini ein møguleiki at njóta aðrar aktivitetir, ið kunnu ríka títt kvøld og gera teg klára/an til at sova.
Fá eyka høgleika og góðsku
Eitt høvdalag er ofta ein yvirsæð perla í sovikamarinum. Tað eru nógvir fyrimunir við at hava eitt høvdalag. Fyrst og fremst verður dentur lagdur á seingina og er við til at fullfíggja innrættingina í rúminum. Harumframt gevur tað góðan høgleika, tá tú vilt sita uppi og lesa, eta ella hyggja at einum filmi.
Ger íløgu í eina nýggja song
Svøvnur er fullkomiliga avgerandi fyri trivna. Tá vit sova ov lítið, blíva vit gronut og óuppløgd, kunnu hava ringt við at hugsavna okkum og minnið gerst verri. Harafturat ávirkar mangul av svøvni í síðsta enda okkara heilsu. Tá vit nýta ein triðing av okkara lívið í eini song, er ein høglig song ein sera skilagóð íløga.
Hent goymsla
Náttborð er sera hent at hava við síðuna av songini. Her hevur tú møguleika at leggja bókina frá tær, tína telefon ella eitt glas av vatni, tá tú skalt sova. Harumframt kunnu náttborð vera sera vøkur at hyggja at. Vel náttborð ið hóska til restina av innrættingini og stílin í sovikamarinum.