top of page
money-256314_640.jpg

Vit veita rentufrítt lán frá Nordea Finans. Møguligt er at taka lánið yvir 10 ella 20 mðr. Lægsta upphæddin er kr. 10.000,- og hægsta upphæddin er kr. 40.000,-

Tað vil siga, tekur tú til dømis eitt lán á kr. 10.000,- yvir 10 mðr., skalt tú gjalda

kr. 1.000,- fyrst í mánaðinum í 10 mánaðir.

Verður lánið tikið yvir 20 mðr. skal eitt stovningargjald gjaldast á kr. 2.000,-, tá ið lánið verður undirskrivað. (Tað er ikki møguligt at leggja hettar afturat láninum. Tað skal gjaldast kontant)

 

Neyðugt er at tygum koma inn í handilin fyri at stovna lánið. Hettar kann ikki upprættast umvegis telefon ella teldupost. Tygum skulu hava koyrikort ella pass við.

 

  • Um so er at tygum fáa girokort sendandi at gjalda eftir, so er tað møguliga tí, at tann automatiska gjaldingin ikki er “aktiverað”. Tygum skulu so gjalda girokortið. Um tygum hava heimabanka, kunnu tygum sjálvi kanna um tann automatiska gjaldingin er stovnað. Tygum kunnu eisini sjálv/ur stovnað eina fasta PBS flyting á heimabankanum. Tó treytað av, at tygum hava aðra PBS flyting koyrandi. Um tygum ikki hava tað, so má bankin stovnað PBS flytingina fyri tygum. Tað skal vera ein PBS flyting.

  • Eftir at 2 rykkjarar frá Nordea Finans eru sendir til kundan, verður renta framyvir roknað á láninum.

 

  • Tað er altíð tygum, sum í síðsta enda hava ábyrgdina av um lánið er trekt av kontoini. Um tað ikki er trekt av, so eiga tygum sjálv/ur at kanna eftir, hví so er.

  • Um tygum ynskja at gjalda meira inn á lánið ella at gjalda lánið út í úrtíð, skal gjaldast inn á hetta reg. 2100 konto nr. 0001390678 og minst til at viðmerkja á flytingina lán nr., sum stendur ovarliga í vinstru síðu á sáttmálanum.

  • Um tygum framyvir hava spurningar viðvíkjandi láninum, skulu tygum venda tygum beinleiðis til Nordea Finans á tlf. Nr. 0045 70 33 05 30. Hav tá altíð lán nr. framman fyri tygum.

IDEmøblar  |  Uppi á Hálsi  |  Postboks 3220  |  FO-110  Tórshavn  |  Tel: 35 46 80  |  ide@ide.fo 

© 2022 IDEmøblar

bottom of page